Suspenderaður meðan málið verður kannað

Suspenderaður meðan málið verður kannað
Ein kommunulækni í Føroyum er fyribils loystur úr embæti, eftir at løgreglan hevur skuldsett hann fyri kynsligan ágang móti fimm kvinnum
Ein kommunulækni er suspenderaður meðan málið verður kannað. Ákærumyndugleikin skal nú taka støðu til um fleiri kanningar skulu gerast og um ákæra skal reisast
Mynd: Savnsmynd/KvF

11.09.2014 - 12:20

Aðalstjórin í Heilsumálaráðnum váttar, at ein kommulækni er suspenderaður. Í einum telduposti til Kringvarpið, skrivar aðalstjórin í Heilsumálaráðnum, Turið Arge, at:

"Heilsumálaráðið er umvegis løgregluna í august í ár kunnað um eitt mál viðvíkjandi einum kommunulækna. Heilsumálaráðið avgjørdi beinanvegin í august í ár at suspendera kommunulæknan so leingi málið koyrir."

Tað var í juli mánað, at løgreglan avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum hava verið til læknaviðtalu hjá honum.

Málið er latið ákærumyndugleikanum

Kommunulæknin, skal millum annað í sambandi við undirlívskanningar, hava framt kynsligan ágang. Kvinnurnar eru millum 20 og 30 ár.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/greinar/2014/07/25/laekni-skuldsettur-fyri-kynsligan-agang...ækni skuldsettur fyri kynsligan ágang

Løgreglan hevur kannað mannagongdirnar í sambandi við undirlívskanningar, fyri at vita, hvat ein lækni ger í tí sambandinum, og løgreglan metur, at maðurin hevur framt kynsligan ágang tá og í øðrum sambandi, og tí er hann skuldsettur.

Málið er latið ákærumyndugleikanum, sum skal taka støðu til, um fleiri kanningar skulu gerast og um ákæra skal reisast í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101