Krevur 2½ ára fongsul fyri kynsligan ágang

Krevur 2½ ára fongsul fyri kynsligan ágang
Føroya rættur hevur í dag viðgjørt eitt av grovu málunum um kynsliga misnýtslu, og dómur fellur mánadagin

15.09.2014 - 17:32

Talan er um ein nú 42 ára gamlan, sum, sambært ákæruvaldinum, í 2001 og í 6 mánaðir frá 2004 og 2005, meira enn 50 ferðir skal hava misbrúkt eina smágentu, tá hon var 4 - 5 ára gomul og aftur tá hon var 7 - 8 ára gomul. Maðurin skal hava misbrúkt somu gentu á fleiri bústøðum.

Ákæruvaldið krevur mannin dømdan tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing fyri í meira enn 50 førum at hava noytt gentuna til annað kynsligt samband enn samlegu. Talan skal bæði vera um, at maðurin nam við gentuna, og at maðurin førdi hondina á gentuni soleiðis at hon føldi upp á hann.

Í grundgevingini fyri kravið um tvey og eitt hálvt árafongsulsrevsing, nevndi ákærin millum annað hesar tríggjar orsøkirnar:
- at hetta fór fram í miðal 2 -3 ferðir um vikuna í hálvt ár,
- at hann noyddi gentuna til ongum at siga frá hesum,
- og at talan var um eitt smábarn, og tað er skerpandi.

Verjin krevur linari revsing

Verjin hjá manninum metti, at tvey og eitt hálvt ár er alt ov hørð revsing, og mælti til hálvt til eitt árs fongsulsrevsing, - og at partur av revsingini verður treytaður.

Tí hvør fær tað betri av, at hann fer í fongsul, spurdi verjin, sum vísti á, at gentan fær tað ikki betri av, at hann fer í fongsul, og maðurin hevur angrað tað, sum hann hevur gjørt.

42 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í at hava gjørt "okkurt" við gentuna, men at hann um ta mundið, tá hetta fór fram var ógvuliga bundin av rúsdrekka og rúsevnum, og tí mintist hann ikki, hvat hann hevði gjørt.

Er dømdur fyrr

Maðurin er fyrr dømdur fyri kynsligan ágang, - í 2006 og í 2011 fyri blygdanarskemd.

Maðurin fekk seinasta orðið. Hann bað dómaran um at fáa treytaðan dóm, tí sálarliga fór hann ikki at klára ein fongsulsdóm.

Umframt kravið frá ákæruvaldinum um tvey og eitt hálvt ára fongsulsrevsing, krevur hjásetin hjá gentuni, at maðurin rindar henni 35-túsund krónur í endurgjaldi fyri tort og sviða, og fyri psykolog-hjálp til gentuna.

Dómur fellur í málinum mánadagin komandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
EM-tíðindi 18. januar 2026
202849
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738