Umsitingin ivast

Umsitingin ivast
Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu er farin at ivast í, um tað er rætt at gera so nógvar serstakar byggisamtyktir
Ætlanin er at gera íbúðir í gamla Restorffs bryggjaríi,,og tí er neyðugt at gera serstaka byggisamtykt fyri økið.
Mynd: Tórshavnar kommuna,  
 
07.08.2026 - 06:21

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu er farin at ivast í, um tað er rætt at gera so nógvar serstakar byggisamtyktir.

Í sambandi við ætlanina at gera serstaka byggisamtykt fyri økið millum Grasagarð og Finsen, gjørdi Byggimálsdeildin hjá kommununi vart við, at tess fleiri serstakar byggisamtyktir vera gjørdar, hvør við sínum serreglum um bygging, tess torgreiddari verður rættarstøðan hjá fólki, vinnulívi og almennum myndugleikum at umsita. 

Fleiri og fleiri serreglur gera tað dýrari at byggja, sigur Byggimálsdeildin.

Og Umhvørvisdeildin mælir frá at broyta serstøku byggisamtyktina fyri lendið norðan fyri Kringvarpið og Norðurlandahúsið.

22 broytingar

Higartil í ár hevur Tórshavnar kommuna boðað frá 22 ætlaðum broytingum í byggisamtyktum, tíggju teirra eru um sertakar byggisamtyktir.

Tá býráðið hevur samtykt uppskot um at broyta byggisamtykt ella gera serstaka byggisamtykt, fer uppskotið til almenna hoyring í seks vikur.

Tá uppskotið hevur verið til hoyringar, og kommunan hevur viðgjørt broytingaruppskotini, sendir kommunan uppskotið til landsstýrið.

Landsstýrið viðger síðani málið og letur kommununi sína avgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493