Vápnahvíldin í Ukraina eitt eiti

Vápnahvíldin í Ukraina eitt eiti
Støðan í Ukraina er ikki góð í løtuni, og vápnahvíldin er bara eitt eiti, sigur Philip Breedlove, generalur, eftir ein fund í NATO í Vilnius í gjár
Vápnahvíldin í Ukraina, ið skuldi eitast at koma í gildi 5. september, er bert eitt eiti, sigur ein generalur hjá NATO
Mynd: AP  
 
21.09.2014 - 14:33

Philip Breedlove sigur, at skotbardagarnir nú kunnu samanberast við støðuna, sum var, áðrenn vápnahvíldin kom í lag fyri góðum tveimum vikum síðani. Generalurin sigur sostatt, at vápnahvíld skal eitast at verða, men at tað, sum fer fram í Ukraina, ikki er samsvarandi við nakra vápnahvíld.

Ukraina ákærir Russland fyri at vápna loysingarrørsluna, men hetta hava russar avsannað ferð eftir ferð. Meira enn 3000 fólk eru deyð í bardøgunum har eysturi í landinum síðani apríl mánað.

SÍ EISINI Vápnahvíldin í Ukraina brotin

Vápnahvíld varð gjørd 5. september, men bardagar hava javnan verið síðani tá. NATO-generalurin segði eisini, at nakrar russiskar herdeildir eru farnar úr Ukraina og aftur til Russlands, men at tær enn eru tilreiðar, skuldi tað verið ynskiligt.

NATO hevur ætlanir um at brynja sínar herdeildir í londum kring Russland, eitt nú teimum baltisku, sum plagdu at vera partur av sovjettiska eystanveldinum.

Ein nýggj avtala varð annars almannakunngjørd í gjáramorgun, sum umboð úr Ukraina, Russlandi, úr loysingarrørsluni og Felagsskapinum fyri Trygd og Samstarvi í Europa, OSCE, hava gjørt.

SÍ EISINI Neyðhjálp úr Moskva til Ukraina

Tað var fyrrveranadi forsetin í Ukraina, Leonid Kuchnma, sum legði nýggju avtaluna fram. Ein avtala um vápnahvíld, sum er í níggju pørtum.

Avtalan fevnir millum annað um at gera eina 30 kilometra trygdarsonu, at seta forboð fyri hernaðarligari flúgving í einum parti av eysturukraina og afturtøku av "fremmandum leiguherdeildum" á báðum síðum, sum tað stendur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717