Starmer fekk eingi lyfti frá Trump um trygd fyri Ukraina

Starmer fekk eingi lyfti frá Trump um trygd fyri Ukraina
Bretski forsætisráðharran hevur verið í Hvítu húsunum, og hann handaði Trump innbjóðing frá Charles kongi at vitja bretska kongshúsið
Keir Starmer, forsætisráðharri, hitti Donald Trump, forseta, í Hvítu húsunumi gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.02.2025 - 08:37

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, fekk eingi lyfti um trygd fyri Ukraina, tá ið hann vitjaði í Washington, men Donald Trump var tó ikki so hvassorðaður, sum hann plagar at vera.

Ein sigur fyri Keir Starmer á fundinum við amerikanska forsetan var ein møgulig handilsavtala millum londini bæði.

Amerikanski forsetin hevur elvt til óvissu í fleiri evropiskum londum og stjórnum við broyttum hugburði fyri Russlandi. 

Tá ið Trump hitti Starmer, segði hann, at stór framstig eru gjørd um eina avtalu at enda kríggið í Ukraina, og at samráðingarnar eru á avgerandi stigi. 

- Tað verður annaðhvørt øgiliga skjótt ella als ikki, segði Trump á felags tíðindafundi í gjár.

 

Keir Starmer handaði Trump innbjóðing frá Charles kongi, um at koma til Bretlands á vitjan. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Vit mugu vinna friðin

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, takkaði amerikanska forsetanum fyri arbeiðið fyri friði.
- Vit mugu vinna friðin, segði Starmer.

- Tit hava lagt lunnar undir eina søguliga friðaravtalu , sum bæði Ukraina og allur heimurin fegnast um. Hatta er vinningurin. Í Bretlandi er eitt herróp frá seinna heimsbardaga: - Vit mugu vinna friðin. Og tað mugu vit gera nú, tí tað kann ikki vera friður, sum lønar tí, sum loypur á. Tað kundi eggjaði Iran. Vit eru samd um, at søgan skal vera á síðuni hjá friðarmanninum, ikki hjá álopsmanninum, segði Keir Starmer.

Donald Trump hevur stóran áhuga fyri bretska kongshúsinum, og Keir Starmer handaði á fundinum Trump eitt bræv frá Charles kongi, har hann bjóðar Trump til Bretlands, annaðhvørt í Dumfries House ella á Balmoral slottinum hjá bretska kongshúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203