Russland setur álit sítt á Føroyar og Grønland

Russland setur álit sítt á Føroyar og Grønland
Tingingar hava verið við nógv lond, sum ikki eru boykottað, í hálvan annan mánað, skrivar Itar-Tass
Hesi fløggini eru ikki vælkomin í Moskva, men tað eru føroyska flaggið og føroyskur fiskur.
 
23.09.2014 - 07:40

Fiskur úr Føroyum og Grønlandi kemur í staðin fyri fisk úr londunum, sum Russland hevur boykottað síðani 1.august. 

Tað skrivar russiska tíðindastovan Itar-Tass, sum hevur tíðindini frá tollmyndugleikunum í St. Pætursborg. 

Innflutningsforboðið hjá Russlandi er ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland.

Ikki minni fiskur

Tollmyndugleikarnir í útnyrðingspartinum av Russlandi siga, at líka nógvar fiskavørur verða seldar har sum fyri boykottið. 

Sambært Itar-Tass hava russisku myndugleikarnir síðani 8.august havt tingingar við nógv lond, teirra millum Føroyar, um at keypa matvørur frá teimum.

Russland ætlar at innflyta matvørur, sum plagdu at koma úr ES, USA, Avstralia, Noreg og Kanada, úr øðrum londum, sum ikki eru á svartalistanum hjá russisku stjórnini.

     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672