Privatu fjølmiðlarnir komnir í fíggjarlógina

Privatu fjølmiðlarnir komnir í fíggjarlógina
Tvær milliónir krónur frá Mentamálaráðnum í fjølmiðlastuðli næsta ár
Kringvarpið varðveitir lýsingarnar og fær ikki MVG av kringvarpsgjaldinum. Í staðin fyri fáa privatu fjølmiðlarnir pengar úr landskassanum.
 
01.10.2014 - 07:36

Nú er tal komið á stuðulin til privatu fjølmiðlarnir, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, boðaði frá á pallaborðsfundi í Havn mikudagin í síðstu viku.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 eru tvær milliónir krónur í miðlastuðli.

Játtanin er ætlað til at stuðla privatu fjølmiðlunum, útbreiðslu og redaktionellum arbeiði.

Men eingin stuðul verður latin fyrr enn løgtingið hevur samtykt eina lóg um stuðulin, stendur í fíggjarlógaruppskotinum.

KVF ongan góðan 

Bjørn Kalsø segði á pallborðsfundi í Havn mikukvøldið, at ætlanin at geva Kringvarpinum pengar afturfyri, at Kringvarpið gevst at senda lýsingar, er kollsigld í samgonguni.

Og tað sama er við ætlanini at lata Kringvarpinum meirvirðisgjaldið av kringvarpsgjaldinum.

Bjørn Kalsø segði bart út á pallborðsfundinum, at hann hevur mist alla vón um at fáa fjølmiðlapakkan, sum hann hevur arbeitt við í langa tíð, góðkendan í samgonguni.

Hann segði seg ikki tora at fara í løgtingið við honum, tí tað kann enda við, at støðan hjá Kringvarpinum verður verri, enn hon er nú.

Og sambært landsstýrismanninum í mentanarmálum sleppur Kringvarpið at halda fram at senda lýsingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558