Lok lagt á fyrireiking til nýggjan tyrlusáttmála

Lok lagt á fyrireiking til nýggjan tyrlusáttmála
Tá galdandi sáttmáli varð gjørdur við Atlantic Airways, varð sagt, at næstu ferð skal sáttmálin bjóðast út.
Atlantic Airways fær 36,1 milliónir krónur um árið frá landinum fyri tyrluflúgving, millum annað fyri leiting og bjarging.
 
15.10.2014 - 07:34

Landsstýrið er farið at fyrireika nýggjan sáttmála um tyrluflúgving fyri landið.

Sambært tí, sum varð sagt fyri knappliga trimum árum síðani, fær Atlantic Airways ikki uttan nakað tyrluflúgvingina næstu ferð.

Men sambært Løgmansskrivstovuni varð eitt upprit um avtalu við Atlantsflog um tyrlutænastur lagt fyri landsstýrisfundin mánadagin í síðstu viku. 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og landsstýrismaðurin í vinnumálum koma við uppritinum.

Men hvørki í Fiskimálaráðnum ella í Vinnumálaráðnum fæst nakað at vita um uppritið ella um fyrireikingarnar annars.

Innlit verður ikki latið í uppritið eru boðini úr báðum aðalráðunum. 

Stívliga ár eftir 

Galdandi sáttmáli við Atlantic Airways er galdandi til 31.desember næsta ár.

Sáttmálin er millum Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið og Atlantic Airways um leiting, bjarging og sjúkraflutning og um ferðafólkaflutning, farmaflutning og postflutning.

Landsstýrið skal rinda Atlantic Airways 36,1 milliónir krónur um árið tey fýra árini 2012 til 2015.

Fiskimálaráðið rindar 26 milliónir og Vinnumálaráðið 10,1 millión um árið.

Útbjóðing næstu ferð

Tá sáttmálin varð gjørdur, segði landsstýrið, at næstu ferð, landið skal gera sáttmála um tyrluflúgving, verður flúgvingin boðin út millum fleiri veitarar og ikki latin Atlantic Airways uttan kapping.

Í einum uppriti, sum landsstýrismenninir Jacob Vestergaard og Johan Dahl lótu landsstýrinum á sumri í 2010, stendur, at mett verður, at besta loysnin er at bjóða ein tílíkan sáttmála út. 

Tað tekur tíð at fyrireika eina slíka útbjóðing. Tí verður neyðugt við eini fyribils loysn, meðan útbjóðingin verður fyrireikað. Tað tekur við øllum fýra-fimm ár at fremja eina útbjóðing, stendur i uppritinum frá 2010. 

Síðani er eisini Keypsportalurin hjá landinum komin. Hann krevur, at tænastur, sum landið skal keypa, verða bodnar út. 

      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132