Ebola elvir til ótta í USA

Ebola elvir til ótta í USA
Løgregla avbyrgdi amerikanska verjumálaráðið, tá ið ein kvinna spýði nærhendis.
Arlington í Virginia 17. oktobur 2014. Fram um alt elvir ebola til ótta.
Mynd: Kevin Lamarque  
 
17.10.2014 - 22:55

At ein sjúk kvinna segði seg hava verið í Liberia, fekk myndugleikar í USA at seta stóra tilbúgving í verk.

Kvinnan spýði, eftir at hon var komin úr einum bussi í nánd av amerikanska verjumálaráðnum.

Løgreglan stongdi inngongdina til ráðið beint við, og eitt væl mannað heilsulið kom á staðið.

Óttin fyri ebola gjørdi, at kvinnan varð avbyrgd eins og fleiri onnur, sum vóru við henni í bussinum.

Sambært tíðindastovuni, AP, vístu kanningar, at kvinnan hvørki var smittað ella hevði verið í Afrika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV