- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lata væl at makrelfiskiskapi

<p>Sambært Norges Silde-salgs-lag eru 248.000 tons av makreli landað í Noregi síðani 1. september. Hetta er nógv meira enn í fjør. Miðalprísurin fyri størsta makrelin hevur ligið um sjey krónur kilo.</p>
<p>Fiskiskapurin er søguliga góður, verður sagt. Seinastu seks vikurnar eru 134.000 tons av makreli útflutt, meira enn dupult so nógv sum í fjør. Grønland hevur fiskað 78.000 tons av makreli í ár, Ísland 153.000 tons og Føroyar hava higartil fiskað 106.000 tons.</p>
<p>Men tað órógvar ikki norska útflutningin, tí marknaðurin er ikki tann sami. Norskur makrelur fer til Kina og Japan, meðan Føroyar og Ísland útflyta nógv til Russlands. Nú er makrelurin á veg úr norskum sjógvi í ES-sjógv við Hetland.</p>
