Venjararnir : Vit gjørdu ov nógvar feilir

Venjararnir : Vit gjørdu ov nógvar feilir
Venjararnir báðir Andreas F.Hansen og Sophus E. Dal Christiansen vóru einigir um at teknisku feilirnir skulu vera nógv færri í morgin
 
18.10.2014 - 19:28

Venjararnir vóru ikki nøgdir við 22-15 tapið, tí at teknisku feilirnir vóru alt ov nógvir. Og hetta gjørdi at skotroyndirnar vóru ov fáar á Belgiska málið.

22 mál í móti er OK

At Femine Vise skorar 22 mál er í ordan eru venjararnir samdir um. Tomma Petersen spældi ein góðan dystin, og tók nógv skot. 

Vit stóðu væl í verjupartinum, og fingu lokka tær út í síðurnar at spæla.

Andreas og Sophus eru samdir um at álopssinnaða verjan hjá Femine Vise var ein avbjóðing í dag. Men teir leggja tó afturat at leikararnir vistu av frammanundan at mótstøðuliðið vardi so offensivt. 

Hetta var ein orsøk til at vit mistu so nógvar bóltar og ikki fingu avslutta so nógv, sum vit áttu at gjørt. 


Vit eru klár aftur í morgin

Hetta var fyrsta royndin, og nøkur ting vóru góð. 
Tveir týdningamiklir leikarir eru júst komnir aftur frá skaða, vit lata 22 mál í gjøgnum og Tomma Petersen stendur væl í málinum.

Vit skulu bara gera nógv færri feilir í álopsspælinum í morgin. So um tær bert fáa 22 mál í morgin, og vit ístaðin fáa 23, so gongur tað. 

Soleiðis siga venjararnir báðir Andreas F. Hansen og Sophus E. Dal Christiansen við einum smíli  eftir tapið á Femine  Vise úr Belgia í kvøld. 


Seinni dysturin Í EHF cup er í morgin móti Femine Vise kl 17 í høllini á hálsi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938