Tjóðveldi og Framsókn vilja yvirtaka uttanríkismál

Tjóðveldi og Framsókn vilja yvirtaka uttanríkismál
Uppskotið fær fyrstu viðgerð í tinginum í morgin
 
17.11.2014 - 10:47

Løgtingið fer í morgin at viðgera eitt uppskot frá Tjóðveldi og Framsókn um at yvirtaka uttanríkis-, trygdar- og verjumál.

Sambært uppskotinum skulu hesi málini koma á føroyskar hendur 1. januar.

Tjóðveldi og Framsókn siga, at fleiri dømi er um, at Føroyar eiga at taka fult ræði á uttanríkispolitikkinum og at  umboða seg sjálvar mótvegis øllum altjóða samtarvi og felagsskapum.

Føroyingar ikki eftirspurdir

Nýggjastu dømini eru, at Danmark tekur avger um tiltøk móti Russlandi, men Føroyar verða ikki eftirspurdar, ella hava ávirkan á viðurskifti, ið kundu havt ógvisligar avleiðingar fyri vinnuna.

Danmark fer í kríggj og dregur formliga Føroyar við sær, men vit verða ikki eftirspurd, og eingin demokratisk viðgerð er í Føroyum.

Og ES setur umfatandi handilstiltøk í verk móti Føroyum í sambandi við ósemju um býtið av norðhavssild. Men Danmark, sum skal røkja uttanríkispolitikkin vegna Føroyar, er sjálvt partur av tiltøkunum, siga Tjóðveldi og Framsókn.

Heimildarlógin bindur fyri

Flokkarnir siga, at uttanríkispolitiska heimildarlógin frá 2005, hevur bundið enn meira fyri møguleikunum hjá føroyingum at virka millum onnur fólk í heiminum. Tí við hesi lógini var fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum eindarríki, har Føroyar eru ein samrunnin lutur, og har føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða pallinum, siga Tjóðveldi og Framsókn.

 

 

 

.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870