Peningastovnar hildnir uttanfyri

Peningastovnar hildnir uttanfyri
Peningastovnarnir eru sera misnøgdir við, at landsstýrið broytti lógaruppskotið um at broyta lógina um eftirløn eftir at uppskotið var til hoyringar
Verður lógaruppskotið, um at lívrentur ikki kunnu keypast frá útlendskum tryggingarfelagi, samtykt, fara føroysku peningastovnarnir ikki at kunna kappast við lívstryggingarfeløgini, sigur Felagið Peningastovnar

18.11.2014 - 09:50

Felagið Peningastovnar sigur í brævi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at ein orðing í uppskotinum er munandi broytt, nú uppskotið er komið í løgtingið. Nú sigur uppskotið, at lívrentur ikki kunnu keypast frá útlendskum tryggingarfelagi.

Hesa broyting fingu vit ikki boð um, sigur Felagið Peningastovnar. Felagið heldur, at broytingin er gjørd eftir hoyringarsvarinum frá Tryggingarfelagnum LÍV.

Peningastovnarnir siga, at sum lógaruppskotið nú er orðað, verður kappingin um at umsita eftirlønir í Føroyum avmarkað til føroysk lívstryggingarfeløg. Peningastovnarnir verða hildnir uttanfyri.

Hetta er ikki gott fyri áhugamálini hjá eftirlønaruppspararunum og føroyska samfelagnum, siga bankarnir og sparikassarnir. Hetta er ein ógvuslig kappingaravlaging, sum er púra í stríði við tann hugburð, sum myndugleikarnir annars hava til peningstovnsskipanina.

Engin forðing er til dømis fyri, at føroyingar kunnu brúka bankar í øðrum londum, eisini tað almenna brúkar altjóða bankar. Verður lógaruppskotið hjá landsstýrinum samtykt, fara peningastovnarnir ikki at kunna kappast við lívstryggingarfeløgini í Føroyum, sigur Felagið Peningastovnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595