Handtikin fyri at hava barnaporno heima við hús

Handtikin fyri at hava barnaporno heima við hús
Maðurin varð latin leysur, meðan málið verður kannað
 
05.12.2014 - 16:00

Løgreglan gjørdi í gjár húsarannsókn heima hjá einum manni í Havn, har leitað varð eftir barnapornografiskum tilfari. 

Løgreglan í Føroyum fekk fráboðan frá donsku KT-deildini hjá Ríkisløgregluni, at ávís IP-adressa í Føroyum hevur tikið niður barnapornografiskt tilfar. KT-deildin heldur vakið eyga við teimum, sum fara inn á internetsíður og taka niður tilfar av barnapornografiskum slagi.

Løgreglan fekk frá Føroya Rætti loyvi at gera húsarannsókn heima hjá manninum, sum er um 60 ára aldur. Undir rannsóknini fann løgreglan fleiri teldur og harðdiskar við barnapornografiskum tilfari, sum hald varð lagt á.

Børn yngri enn 18 ár

Hildur Hentze á Kriminaldeildini hjá løgegluni sigur, at nógvar ólógligar myndir eru funnar á teldum hjá manninum. Talan er um børn, sum eru yngri enn 18 ár. 

Sambært revsilógini - grein 235 - er tað revsivert at taka niður á netinum, hava í varðveitslu og at senda víðari barnapornografiskt tilfar. Revsingin kann verða upp í tvey ára fongsulsrevsing.

Maðurin varð handtikin og avhoyrdur í gjár, skuldsettur fyri at hava barnapornografiskt tilfar í varðveitslu. Hann var síðani latin leysur, meðan málið verður kannað, upplýsir Hildur Hentze á Kriminaldeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751