Føroyskir felagsskapir fáa ikki neyðhjálp

Føroyskir felagsskapir fáa ikki neyðhjálp
Edva Jacobsen, løgtingskvinna, setur løgmanni fyrispurning, hvør fær pening úr landskassanum til neyðhjálp
 
10.12.2014 - 10:46

- Tað er sera trupult hjá felagsskapum, sum virka í Føroyum, at søkja um pening, og mær er upplýst, at tað letur seg ikki gera at søkja, tá talan er um neyðhjálp/humanitera hjálp.

Tað sigur Edva Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkinum.  Hon vil hava at vita frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, hvussu stórur partur av peninginum, sum Føroyar lata í menningarhjálp, er latin hjálparfelagsskapum, sum virka í Føroyum, seinastu trý árini. Hon spyr eisini, hvussu nógvur peningur er latin útlendskum felagsskapum hesi árini.

Hjálp og umsiting

Edva Jacobsen vil somuleiðis hava at vita, hvussu nógvur peningur fer beinleiðis til hjálp uttanlands, og hvussu stórur partur fer til umsiting.

Edva Jacobsen sigur, at tað er harmiligt, at lógarverkið er so stirvið, at tað avmarkar føroyskar hjálparfelagsskapir at søkja. Føroyingar hava altíð verið virknir í hjálpararbeiði, og tí er tað sera týdningarmikið at møta fíggjarliga vælvild í Føroyum, sigur hon.

Løgtingið hevur samtykt, at løgmaður skal svara fyrispurninginum frá Edvu Jacobsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558