Anita sleppur ikki aftur til fiskiskap í bræði

Anita sleppur ikki aftur til fiskiskap í bræði
Hóast dómur er fallin í málinum ímóti garnaskipinum, Anitu, so kann rúm tíð ganga, áðrenn skipið sleppur aftur til fiskiskap
 
17.12.2014 - 14:29

Hóast dómur er fallin í málinum ímóti garnaskipinum, Anitu, so kann rúm tíð ganga, áðrenn skipið sleppur aftur til fiskiskap.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður boðaði 25. oktober frá, at hann tók aftur fyribils veiðuloyvið og fiskiloyvið hjá Anitu til dómur var fallin í málinum móti skipara, reiðara og reiðaríi.

Anita noyddist at gevast við fiskiskapinum 1.november. Skipið liggur nú í Spania.

Reiðaríið hevur stevnt Løgmansskrivstovuni og vil hava Føroya rætt at ógilda avgerðina hjá løgmanni.

Nær tað málið kemur fyri í rættinum, er ikki greitt.

Advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni hevur biðið um longda freist at svara stevningi hjá reiðarínum, og hann skal svara seinast í januar.

Ikki fyrr enn tá verður greitt, nær málið kemur fyri í rættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558