Leggur uppskotið um fiskidagar til bólk 5B fram mánadagin

Leggur uppskotið um fiskidagar til bólk 5B fram mánadagin
Uppskotið, at tilluta bólki 5B fleiri fiskidagar, kemur eftir ætlan í løgtingið mánadagin og til 1. viðgerð mikudagin, sigur Bárður Nielsen landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.08.2026 - 18:46

Í dag vóru fiskidagarnir hjá útróðrarbátunum í bólki 5B uppi og teir skuldu tí gevast við fiskiskapinum klokkan 13.00. 

 

Men tað ætlar Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum at gera nakað við. Uppskotið at geva bólki 5b fleiri fiskidagar, sum nógv stríð hevur verið um, er nú klárt at leggja fram. 

 

- Uppskotið verður eftir ætlan lagt fram mánadagin og kemur til 1. viðgerð mikudagin, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Tað snýr seg um 750 dagar afturat í ár. 

 

Uppskotið um at tilluta fleiri fiskidagar hevur fingið nógva mótstøðu millum annað frá Reiðarafelagnum og Havstovuni, men uppskotið er ikki broytt eftir hoyringar hava verið.

 

- Innihaldið er ikki broytt. Men har komu nokk so nógv hoyringssvar og tey kann løgtingið nú taka støðu til, sigur Bárður á Steig Nielsen. 

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

 

1825146

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609