Frámæli rína ikki við

Frámæli rína ikki við
Hóast at kalla øll, sum hava viðmerkt uppskotið um at geva bátunum í bólki 5B 750 fiskidagar aftrat í ár, mæla frá, heldur Bárður á Steig Nielsen fast við sítt
Sølutorgið í Havn fær í løtuni ongan fisk frá bátum í bólki 5B.
 
05.08.2026 - 06:39

Hóast at kalla øll, sum hava viðmerkt uppskotið um at geva bátunum í bólki 5B 750 fiskidagar aftrat í ár, mæla frá, heldur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, fast við sítt.

Sagt verður, at uppskotið víkir frá galdandi umsitingarætlan og veiðireglu, tað kann gera veiðitrýstið á botnfiskastovnarnar størri, seta MSC-góðkenningina í vanda og gera mun á skipabólkum.

Harumframt verður víst á, at dagatrotið í bólki 5B eigur at vera loyst við broytingum í fiskidagaskipanini heldur enn við serstakari fiskidagatillutan.

Men alt hetta fær ikki landsstýrismannin at broyta uppskotið ella taka tað aftur.  

Hann sigur, at talan er um eina serliga og tíðaravmarkaða loysn fyri fiskiárið 2026.

Støðan er serlig, tí óbrúktir fiskidagar, sum vóru fluttir frá 2024 til 2025, ikki vóru gagnnýttir, tí heimildin var samtykt so seint í fiskiárinum 2025.

Broytir ikki skipan

Og uppskotið broytir ikki galdandi skipan um, hvussu fiskidagar vera ásettir sambært sjófeingislógini.

Og so heldur arbeiðið við at eftirmeta treytirnar hjá bólki 5 og galdandi umsitingarætlan og veiðireglu fram, sigur landsstýrismaðurin.

Fyrsta viðgerð um uppskotið verður í løgtinginum í dag.

Sambært Vørn er ein fiskidagur eftir í bólki 5B.

Teir vóru 3.344, tá árið byrjaði.

Bátarnir í bólki 5B fingu boð um at gevast at fiska kl. 13.00 leygardagin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558