Hondbóltur: U-21 landsliðið flott úrslit

Hondbóltur: U-21 landsliðið flott úrslit
Føroyska U-21 landsliðið í hondbólti spældi í dag javnleik móti Grikkalandi í HM-undankappingardysti
Mynd: Hondbóltssamband Føroya  
 
09.01.2015 - 21:32

Føroyska U-21 landsliðið í hondbólti framdi eitt bragd í Grikkalandi í kvøld.

Dysturin móti vertstjóðini endaði við javnleiki, 21-21. Hálvleiksstøðan var 8-7 til Grikkaland.

Føroyar høvdu góðan møguleika at vinna dystin, tí tá seinni hálvleikur var nakað liðin, vóru Føroyar á odda við tveimum málum.

Grikkar svaraðu tó aftur, og tá minni enn ein minuttur var eftir av dystinum, vóru grikkar á odda við einum máli.

Tað eydnaðist tó Føroyum at javna í allarsíðsta álopinum í dystinum. Helgi Hoydal syrgdi fyri málinum.

Grikkaland varð undan dystinum mett sum stórur favorittur, og tí telist hetta úrslitið millum størstu brøgdini í føroyskari hondbóltssøgu.

Føroyska U-21 landsliðið skal aftur í morgin spæla HM-undankappingardyst. Tá verður Serbia mótstøðuliðið. Serbia verður mett sum sterkasta tjóðin í bólkinum.

Grikkaland - Føroyar 21-21 (8-7)

Kjartan Johansen, 8 mál

Julian Olsen, 4 mál

Eirikur Simonsen, 2 mál

Áki Egilsnes, 2 mál

Allan Norðberg, 2 mál

Helgi Hoydal, 1 mál

Rói B. Hansen, 1 mál

Pætur Thomsen, 1 mál

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209057
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209058
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044