Champions League: Óli lykilin í lyklasigri - Hákun tapti í Berlin

Champions League: Óli lykilin í lyklasigri - Hákun tapti í Berlin
Champions League: Óli Mittún skeyt 10 mál, tá GOG vann á Pick Szeged lykladyst á heimavølli, meðan Hákun West av Teigum og teir máttu lúta fyri Veszprem í Berlin
Pólska verjan fekk ikki steðgað føroyska landsliðsspælaranum í CL-uppgerðini í Svendborg
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
17.09.2026 - 09:12

Óli Mittún var dagsins maður, tá GOG vann á Pick Szeged í lykladysti í Champions League í gjár.

Føroyingurin var effektivur í bakketuni. Hann skoraði ikki minni enn 10 mál upp á 11 málroyndir og legði harumframt upp til fimm av hinum málunum í 36-34 sigrinum á Fjóni.

 


Óli Mittún var lyklaspælarin hjá GOG í tepra heimasigrinum á pólska liðnum Pick Szeged. Føroyingurin skoraði 10 mál og legði upp til trý. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

 

Leikferðin var høg, og hóast danska liðið var frammanfyri mestsum allan seinna hálvleik, gjørdist tað kortini spennandi til endans, áðrenn Manuel Zehnder, sum eisini skoraði 10 mál, avgjørdi fyri GOG.

Hetta var týðandi uppreisn eftir laka ósigurin fyri Sporting í síðstu viku. Portugisararnir eru favorittar at vinna bólkin, og helst skulu GOG og Pick Szeged berjast um annað plássið, sum gevur víðari luttøku.

 - Tað gekk sera væl í dag. Ikki bara hjá mær, men hjá øllum liðnum, og tá vit spælið flýtur á hendan hátt, eru vit ringir at steðga - serliga á heimavølli við viðhaldsfólkunum í okkara parti, segði Óli Mittún við TV2.

 


Fleiri mál hjá Óla Mittún og gott spæla annars eru í samandráttinum av týðandi sigrinum hjá GOG á Pick Szeged í Svendborg í gjár.

 

Hákun og teir máttu lúta í Berlin

Verri gekk hjá Hákuni West av Teigum og Füchse Berlin, sum máttu lúta fyri krútsterka Veszprem á heimavølli í Berlin.

Landsliðsvongurin skeyt fimm mál upp á sjey skotroyndir, men ungararnir avgjørdi dystin longu í fyrra hálvleiki, sum endaði 21-16 til Veszprem.

Týska høvuðsstaðarfelagið, sum rakk allan vegin í finaluna í fjør, nærkaðist fyrstu løtuna eftir steðgin, og Tobias Grøndahl misnýtti brotskast, tá bert eitt mál var av muni. Men so vaks munurin aftur, og dysturin endaði 35-29 til útiliðið.

Hini liðini í bólkinum eru Porto og Partizan, so útlitini hjá Hákuni West av Teigum og teimum eru framvegis góð at spæla seg víðari.

Í hvøld spæla Jóhan á Plógv Hansen og SAH á heimavølli ímóti Dinamo Bucuresti.

 


Bæði mál og misnýttur kjansur hjá Hákuni West av Teigum eru at síggja í samandráttinum omanfyri. Týska høvuðsstaðarfelagið mátti lúta fyri Veszprem.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040