VB og Kyndil spæla hóskvøldið

VB og Kyndil spæla hóskvøldið
Seinna hálvfinalan millum VB og Kyndil er aftur flutt. Nú stendur dysturin til at skulu spælast hóskvøldið
Uni Arge, formaður í Kyndli, Kristian Johansen, formaður í HSF og Vígdis Nolsøe, forkvinna í VB
Mynd: hsf,fo  
 
27.01.2015 - 22:20

Upprunaliga skuldi seinna hálvfinalan í steypakappingini millum VB og Kyndil spælast mikukvøldið klokkan 20:00. Tað vildi Kyndil ikki, og síðani flutti kappingarnevndin dystin til fríggjakvøldið klokkan 20:00.

VB helt ikki, at tað var rætt, og í kvøld hevur verið fundur í Hondbóltssambandinum. Á fundinum vóru Starvsnevndin hjá HSF, VB og Kyndil.

Sum skilst á tíðindaskrivi frá HSF er semja millum partarnar. Dysturin verður hóskvøldið klokkan 20:00.

Tíðindaskriv frá HSF:

Starvsnevndin hjá HSF ásannar, at dystarleggingin av øllum hálvfinalunum hevur verið óheppin, tí m.a. liðini hjá Kyndli skuldu spæla á hvør sínum stað samstundis.

Avgerðin at leggja dystirnar á hendan hátt setti VB í eina óhepnu støðu, har felagið gjørdist partur av einum stríðsmáli, sum tað ongan lut átti í.

Starvsnevndin er beinanvegin farin undir at endurskoða kappingarleistin fyri hálvfinalurnar í steypakappingini til næsta ár, so ein tílík støða ikki endurtekur seg.

Kristian Johansen, formaður í HSF, sigur:

-HSF tekur fulla ábyrgd av, at hendan støðan kom í, tí dystirnir áttu at verið lagdir betur. Vit takka VB og Kyndli fyri í sátt og semju at hava loyst hendan knútin hondbóltinum at frama.

Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB, sigur:

-Vit í VB eru sera fegin um, at ein loysn er funnin á málinum, og at vit øll nú kunnu savna okkum um hondbóltin, sum vit elska so nógv. Nú gleða vit okkum bara til ein góðan dyst.

Uni Arge, formaður í Kyndli, sigur:

-Vit hava havt ein sera góðan fund í dag, har Kyndil, VB og HSF í besta sóma hava tosað seg til rættis, so málið kundi fáa ein enda. Vit hyggja nú frameftir í besta ítróttaranda og gleða okkum til dystin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096