Føroya Landsbókasavn við nýggjum e-portali

Føroya Landsbókasavn við nýggjum e-portali
Í næsta mánað bjóðar Føroya Landsbókasavn fram e-portal við so at siga øllum teimum føroysku bløðunum fram til ár 2000, skrivar Sosialurin í dag
Flest føroysk bløð og tíðarrit fara at síggjast talgild
Mynd: savn  
 
04.02.2015 - 14:37

Talan er um verkætlan, sum hevur til endamáls at fáa øll føroysku bløðini út til fólk. Bløðini, sum í mars mánaði verða tøk at lesa á telduni, eru tey, sum higartil hava ligið á mikrofilmi. Men av tí, at ikki øll tíðarrit og bløð hava verið avmyndað á mikrofilmi, verður savnið ikki heilt fullfíggjað.

Erling Kjærbo er verkætlanarleiðari, og hann sigur við Sosialin, at í fyrstuni verður leitiskipanin nakað skerd, men seinni í ár verða dagføringar gjørdar, so brúkarin m.a. sleppur at leita eftir einum orði í øllum bløðunum í senn.

Listin yvir øll bløð, sum verða at finna á nýggja e-portalinum, kunnu síggjast í dagsins Sosiali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891