Partaeigararnir vilja hava aðra kós í BankNordik

Partaeigararnir vilja hava aðra kós í BankNordik
Allir nevndarlimirnir, uttan teir starvsfólkavaldu, verða skiftir á aðalfundinum 25. mars
 
04.03.2015 - 08:31

Størstu partaeigararnir í BankNordik høvdu ikki álit á, at nevnd bankans fór at seta ta kós, sum partaeigarnir vilja hava í framtíðini.

Tí eru allir nevndarlimirnir, uttan teir, sum starvsfólkini velja, ikki bidnir aftur.

Fíggingargrunnurin frá 1992, sum umsitur tey 34 prosentini av bankanum, sum landið eigur, og danska Lind Invest, sum keypti tíggju prosent fyri góðum tveimum árum síðani, vilja hava onnur fólk í nevndina. 

Í einum tíðindaskrivi sigur Lind Invest, at felagið hevur tosað við aðrar partaeigarar í BankNordik. Stóru partaeigararnir eru samdir um, at teir hava ikki somu hugsan um marknaðarviðurskiftini í framtíðini sum bankin hevur. 

Vilja hava onnur fólk

Avleiðingin er, at partaeigarar vilja hava onnur fólk at viðgera strategiina hjá bankanum.  Hetta er tað sama, sum formaðurin í Fíggingargrunninum, Rúni Vang Poulsen, segði við Útvarpið í gjár. 

Sum skilst eru stóru partaeigararnir í BankNordik nøgdir við gongdina higartil, tað siga teir í hvussu so er.

Men teir stúra fyri, at nevndin er ikki før fyri at stýra bankanum soleiðis sum partaeigararnir vilja í framtíðini.

Tá Lind Invest keypti partabrøv í BankNordik fyri góðum tveimum árum síðani, segði Henrik Lind í Lind Invest við Finanswatch, at hann ætlaði sær ikki í nevnd bankans fyri á tann hátt at fáa ávirkan á bankan.

- Slíkir partaeigarar eru vit ikki. Vit hava ikki 27 góð hugskot til leiðsluna í BankNordik, segði Henrik Lind fyri tveimum árum síðani.

"Frísk eygu"

Nú heldur Lind Invest, eins og Fíggingargrunnurin - og møguliga eisini aðrir partaeigarar, at BankNordik krevur broytingar, og tí, sum sagt verður, er brúk fyri "frískum eygum" í nevndini, skal bankin mennast rætta vegin. 

- Vit hava gjørt eina íløgu, sigur Henrik Lind við Finanswatch, og vit vilja hava ávirkan á, hvussu hon verður umsitin og brúkt. Og viðhvørt er brúk fyri broytingum. 

Lind Invest sigur í tíðindaskrivi, at tey eru ovurfegin um altjóða royndirnar, sum nýggju nevndarlimirnir hava, tey eru Stine Bosse, Rúni Vang Poulsen, Súsanna Poulsen og Jógvan Jespersen.

Hesi fólkini hava bæðí royndirnar og førleikarnar at skapa virði fyri BankNordik í framtíðini til frama fyri vinnuna, samfelagið, kundarnar, starvsfólkini og partaeigararnar, sigur Lind Invest.

Aðalfundurin hjá BankNordik verður 25.mars. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114