Alsamt færri donsk foreldur lata børn síni doypa

Alsamt færri donsk foreldur lata børn síni doypa
Seinastu tølini frá Kirkjumálaráðnum vísa, at dópstalið er minkað meira enn 18 prosent seinastu fimm árini. Foreldur halda, børn sjálv skulu velja
Seinastu fimm árini hava 18 prosent færri danir doypt børn síni, vísa tøl hjá Kirkjumálaráðnum
Mynd: sxc.hu  
 
24.03.2015 - 16:10

Orsøkin, til minkingina, er, at foreldur ikki vilja velja fyri børn síni, sigur Karen Marie Sø Leth-Nissen, teologur og Ph.d. lesandi, sum er í ferð við at gera eina kanning av, hví foreldur í Danmark ikki doypa børn síni, sambært dr.dk

- Foreldur meina, at børn sjálv skulu velja. Hetta er tekin um stóru individualiseringina í samfelagnum í dag, sigur hon. Minkandi dópstalið er ein stór avbjóðing fyri fólkakirkjuna, sigur Henrik Stubkjær, biskupur í Viborg.

- Eg haldi, at tað er harmiligt, at dópstalið er minkað. Áður doyptu foreldur "bara" síni børn. Tað gera tey ikki longur. Í dag er tað vorðið eitt virkið tilval at lata børn síni doypa, sigur hann við Danmarks Radio.

Ph.d. lesandi: Foreldur kunnu tað sama fara til yoga

Karen Marie Sø Let-Nissen, teologur og Ph.d. lesandi, sigur, at tilboðini hjá kirkjuni verða mett eins og øll onnur mentanartilboð.

- Foreldrum dámar væl pinkubarna sálmasang, men tey kunnu tað sama velja at fara til pinku yoga í mentanarhúsinum, og hóast tey fara til sálmasang við pinkubørnunum, er tað ikki tað sama, sum at tey velja at lata børnini doypa, sigur hon.

Sosiologur: Fólkakirkjan eigur at taka tað í álvara

Emilie Van Hauen, mentanarsosiologur sigur við heimasíðuna, at fólkakirkjan eigur at taka minkandi dópstalið í størsta álvara, tí tað er tekin um, at kirkjan ikki longur er partur av tilvitskuni hjá danska fólkinum.

- Hóast mong trúgva uppá okkurt, so eru tey ikki serliga religiøs. Mangir danir skilja átrúnað og trúgv sum eitt stórt sjálvtøkuborð, har tú setur tín egna átrúnað saman, sigur Emilie Van Hauen.

- Vit játta ikki eina ávísa trúarskipan, og á tann hátt samsvarar hetta fult við, hvussu vit nútímans menniskju handfara hugsjónir annars, sigur hon við Danmarks Radio.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717