Ísrael vrakar uppskotið hjá Trump

Ísrael vrakar uppskotið hjá Trump
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, vrakar uppskotið til frið í Gasa. Ísraelski herurin gevst ikki, fyrr enn Hamas er fullkomiliga avvápnað, sigur forsætisráðharrin
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.08.2026 - 14:09

Ísrael vrakar uppskotið til frið í Gasa, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur skotið upp.

Tað sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á stjórnarfundi í dag, skrivar Reuters. Hann sigur, at ísraelski herurin gevst ikki, fyrr enn Hamas er fullkomiliga avvápnað.

Sonevnda Friðarráðið, sum amerikanski forsetin hevur sett, gjørdi uppskotið, sum er í fimtan stigum. Í farna mánað boðaði Trump, forseti, annars frá, at avtala var gjørd við Hamas um at avvápna yvirgangsfelagsskapin í Gasa, skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Tá segði Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, at ísraelski herurin fer ikki at taka seg úr Gasa, fyrr enn Hamas er avvápnað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329