Hamas vil hava Trump at geva Ísrael boð um friðarætlan fyri Gasa

Hamas vil hava Trump at geva Ísrael boð um friðarætlan fyri Gasa
Ísrael vil ikki taka undir við friðarætlanini hjá amerikanska friðarráðnum, og tað hevur fingið fleiri arabisk lond at fordøma avgerðina hjá Ísrael
Friðarráðið hjá Trump legði í juli fram eina ætlan fyri Gasa í 15 stigum. 
Mynd: Kevin Lamarque/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.08.2026 - 08:17

Hamas hevur biðið friðarráðið hjá Donald Trump,  um at geva Ísrael boð um at góðkenna friðarætlanina fyri Gasa.

Tað skrivar AFP.

Ísrael vil ikki taka undir við friðarætlanini, og tað hevur fingið fleiri arabisk lond at fordøma avgerðina hjá Ísrael.

Hamas-leiðarar hava hitt sendimannin hjá Trump, Jared Kushner, í Egyptalandi, og har komu teir við áheitanini um at geva Ísrael greið boð.

Friðarráðið hjá Trump legði í juli fram eina ætlan fyri Gasa í 15 stigum. 

Ætlanin krevur millum annað, at ísraelsk álop í Gasa halda uppat beinanvegin, at Hamas verður avvápnað, samstundis sum ísraelskar herdeildir taka seg úr Gasa, og at Gasa verður bygt uppaftur undir eini nýggjari sivilari palestinskari umsiting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527