USA ætlar at skerja hernaðarvenjingar saman við Suðurkorea

USA ætlar at skerja hernaðarvenjingar saman við Suðurkorea
Donald Trump, forseti, sigur grundgevingina vera, at hann og norðurkoreanski leiðarin sita so væl um sátt
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, og amerikanski forsetin, Donald Trump.
Mynd: AP  
 
17.08.2026 - 08:09

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur givið verjumálaráðharranum, Pete Hegseth, boð um at skerja felags hernaðarvenjingarnar við Suðurkorea.

Tað skrivaði Trump sjálvur á Truth Social í gjár.

Hann grundgevur hetta við, at hann situr so væl um sátt við norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.

"Orsakað av mínum sera góðu viðurskiftum við Kim Jong-un í Norðurkorea, eri eg ikki nøgdur við, at USA fyri langari tíð síðan gekk við til at luttaka í felags hernaðarvenjingum við Suðurkorea", skrivar Donald Trump.

Hann heldur, at venjingarnar eru ikki bara dýrar, men senda eisini eitt "púra óhóskandi og fíggindaligt tekin" til Norðurkorea.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329