Flogfar dottið niður í Alpunum

Flogfar dottið niður í Alpunum
Eitt Airbus A320 flogfar er fyri løtu síðan dottið niður yvir Alpurnar, har suðuri í Fraklandi. 144 ferðafólk vóru við flogfarinum
Eitt flogfar við 142 ferðafólkum datt í morgun niður í Digne í Fraklandi (frámerkt á kortinum). Øll ferðafólkini hava mest sannlíkt latið lív
Mynd: Kort: Google Earth  
 
24.03.2015 - 10:51

Flogfarið var á veg úr Barcelona í Spania til Düsseldorf í Týsklandi, skrivar tíðindastovan, AFP, fyri løtu síðani. Talan er um eitt flogfar hjá týska flogfelagnum, Germanwings.

Greinin heldur fram niðanfyri

Germanwings er eitt týskt lágprísfelag, ið Lufthansa eigur. Hvørki Germanwings ella Lufthansa hava sent út nakra almenna kunning síðan flogfarið datt niður í morgun.

Greinin heldur fram niðanfyri

Á Twitter sigur flogfelagið Germanwings, at felagið fer at koma við nærri kunning á heimasíðuni hjá felagnum, germanwings.com. Í løtuni er heimasíðan kortini óvirkin.

Franski forsetin, Francois Hollande, kom fyri løtu síðani við hesi útsøgnini á tíðindafundi.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Francois Hollande, franski forsetin, sigur, at mest sannlíkt hava øll ferðafólkini og manningin latið lív í flogvanlukkuni.

Greinin heldur fram niðanfyri

Franska innanríkisráðið, sigur, at vraklutir av Germanwings flogfarinum eru funnir í einum øki, ið liggur í 2.000 metra hædd.

Greinin heldur fram niðanfyri

Flogfarið sendi út neyðarkall 46 minuttir áðrenn tað datt niður, siga fronsku loftferðslumyndugleikarnir, sambært bretska miðlinum, The Independent.

Greinin heldur fram niðanfyri

Her er rutan hjá Germanwings flogfarinum, ið var ávegis úr Barcelona til Düsseldorf. Kortið vísir eisini, hvar flogfarið datt niður, sambært BBC á Twitter.

Greinin heldur fram niðanfyri

Danska innanríkisráðið upplýsti seinni mikudagin, at ein danskur ríkisborgari var millum tey 144 ferðafólkini, ið vóru við flogfarinum, tá datt niður.

Bjargingararbeiðið verður trupult, orsakað av lendinum, har flogfarið hjá Germanwings datt niður, sigur CNN.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fyrr í morgun varð sagt, at 142 ferðafólk vóru við flogfarinum. Germanwings rættaði talið fyri løtu síðan, og sigur nú, at 144 ferðafólk vóru við flogfarinum. Manningin taldi seks fólk.

Enn er ikki greitt, hví flogfarið datt niður har suðuri í Fraklandi fyrr í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410