DDKM dygdarskipanin í søguna

DDKM dygdarskipanin í søguna
Dygdarskipanin DDKM hevur verið høvuðsamboðið at tryggja dygd á donskum sjúkrahúsum. Men skipanin er ov stirvin.
 
26.04.2015 - 17:50

Dygdarskipanin Den danske kvalitetsmodel stytt DDKM skal ikki nýtast eftir árskifti, og dygdarrbeiði í heilsuverkinum skal endurskoðast. 

Tað halda Nick Hækkerup, danski heilsumálaráðharrin, og Bent Hansen, formaður fyri Danske Regioner, sambært tíðarritinum Fredag Formiddag.

Donsku sjúkrahúsini og Landssjúkrahúsið í Føroyum, hava seinastu árini nýtt dygdarskipanina DDKM í akkrediteringsarbeiðnum hjá donsku sjúkrahúsunum, sum skal tryggja dygd og trygd í heilsucerkinum. Ein akkreditering er ein skoðan ella ein roynd, og DDKM ásetur krøv, sum sjúkrahúsini skulu virka eftir.

Arbeiðið skal verða einfaldari

Dygdararbeiði hevur við sær ov nógv pappírs- og skrivstovuarbeiði á sjúkrahúsunum við tí úrsliti, at starvsfókini hava ov lítla tíð til sjúklingarnar. Tí skal dygdararbeiði skal gerast einfaldari, siga Nick Hækkerup og Bent Hansen.

Niels Hækkerup sigur, at nógvar atfinningar hava verið frá starvsfókunum av DDKM-skipanini, millum annað av nógva pappírsarbeiðnum, og tað eiga vit at lurta eftir, sigur hann. Hann heldur ikki, at krøvini, sum frameftir skulu setast donsku sjúkrahúsunum, skulu fara í smálutir. Rætt hevði verið at sett nøkur national mál, sum einstaka sjúkrahúsið síðani sjálvt skal finna útav, hvussu tað kann røkka. Tað sigur Nick Hækkerup heilsumálaráðharri í Danmark. 

Landssjúkrahúsið nýtir DDKM

Landssjúkrahúsið í Føroyum hevur í fleiri ár verið í eini tilgongd at skula akkrediterast eftir dygdarskipanini DDKM. Sambært heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum, skal sjúkrahúsið skoðast eftir hesum leistinum í november 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424