Seta hol á sjúkrahúsbygnaðin

Seta hol á sjúkrahúsbygnaðin
Ein bólkur við politikarum og fakfólki skal áseta, hvørjar tænastur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.
 
13.05.2015 - 15:30

Løgtingið hevur samtykt at heita á landsstýrið um at leggja fyri tingið frágreiðing um visjón fyri sjúkrahúsverkið.

Frágreiðingin skal hava greið mál fyri viðgerðarstig og at menna viðgerðartilboð, útvega serlæknar og onnur heilustarvsfólk, og áhaldandi at menna fakliga førleikan.

Ein politiskur stýringarbólkar og raðfestingarnevnd skulu setast við umboðum fyri øll trý sjúkrahúsini, landslækna og avvarðandi yrkisbólkum at samskipa tænastur og at áseta, hvørjar tænastur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.

Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi løgdu upprunaliga uppskotið til samtyktar fyri tingið um visjón fyri sjúkrahúsverkið, men ein samd trivnaðarnevnd gjørdi nakrar broytingar, og broytingaruppskotið varð einmælt samtykt í tinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558