- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anita mist rættin at fiska í føroyskum sjógvi
Ta avgerðina hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður tikið, og reiðaríið fekk boð um avgerðina seinast í apríl.
Avgerðin hjá Løgmansskrivstovuni er nógv linari enn tilmælið frá Vørn, sum bað Løgmansskrivstovuna taka bæði veiðu- og fiskiloyvið frá Anitu med alla.
Í boðunum fær felagið at vita, at eftir lógini um vinnuligan fiskiskap, verða øll veiði- og fiskiloyvi tikin frá Anitu, fyribils, frá 18. desember í fjør og til 31. august í 2016. Nýggj loyvi kunnu ikki útskrivast í hesum tíðarskeiði, eru greiðu boðini frá Løgmansskrivstovuni.
Avgerðin er fyribils, tí reiðaríið hevur lagt málið fyri Føroya rætt.
Í svari til Løgmansskrivstovuna hevur reiðaríið víst á, at skipið bert einaferð er tikið fyri ólógligan fiskiskap, og tað eru skipari og reiðari dømdir fyri, tí hevur málið longu fingið revsirættarligar og fyrisitingarligar fylgjur.
Reiðaríið vísti eisini á, at síðani í fjør vár hevur skipið bert einaferð verið til fiskiskap. Tá var Vørn á ófráboðaðari vitjan umborð, og tá vísti alt seg at vera í tráð við lógina um vinnuligan fiskiskap.
Pf. Seta vísti eisini á, at rætturin í dóminum í desember í fjør, legði dent á linnandi umstøður, tí ákærrin fekk ikki viðhald í pástandinum um eina bót uppá 750.000 kr., men dømdi skipara og reiðara at rinda 450.000 kr. í bót.
Løgmansskrivstovan sigur í skrivinum til felagið, at øll loyvi verða tikin frá skipinum til 31. august næsta ár, fyri at tryggja ímóti endurtøku í bræði, og til tess greitt at staðfesta, at tað er umráðandi, at farið verður um náttúrutilfeingið á skynsaman hátt.
Løgmansskrivstovan endar brævið til Pf. Seta við at boða frá, at avgerðin kann leggjast fyri sorinskrivaran.
Tað hevur reiðaríið longu gjørt. Tað gjørdi felagið í fjørheyst, tá løgmaður fyribils tók øll rættindi frá skipinum, og skipið varð lagt frá 1. november í fjør. Tá heitti Pf. Seta á Føroya rætt, um at ógilda avgerðina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, um at taka veiðu- og fiskiloyvið frá skipinum.
Síðani tá hava partarnir samskift um ta málið, og 8. juni skal advokaturin hjá Løgmansskrivstovuni svara uppá eitt rættarmálsrit frá P/f Setu í málinum.
Tí er framvegis ikki greitt, nær málið kemur fyri í rættinum.