Størsta hóttanin fer fram á hermótinum í Ukraina

Størsta hóttanin fer fram á hermótinum í Ukraina
Størsta hóttanin móti okkara virðum er tað, sum júst nú fer fram á hermótinum í Ukraina, segði Jens Stoltenberg í pallborðskjaki á trygdarráðstevnuni í München fyrrapartin
Trygdarráðstevnan í München endaði um middagsleitið
Mynd: Savnsmynd (Reuters/Ritzau Scanpix)  
 
15.02.2026 - 14:38

Stóra, árliga trygdarráðstevnan í München endaði um middagsleitið.

Í pallborðskjaki fyrrapartin segði Jens Stoltenberg, fyrrverandi NATO-aðalskrivari, millum annað, at størsta hóttanin móti okkara virðum - sum frælsi og fólkaræði - er tað, sum júst nú fer fram á hermótinum í Ukraina.

Soleiðis segði Jens Stoltenberg, fyrrverandi NATO-aðalskrivari, í pallborðskjakinum millum annað:

1795168


- Eingin ivi má vera um, at Ukraina skal sigra. Hernaðarligur stuðul til Ukraina er avgjørt tað rætta at gera fyri okkum øll, sum trúgva á frælsi og fólkaræði. Eg eri opin fyri at umrøða, hvat vit ikki gera rætt, men tann diskusjónin má ikki kasta skuggar yvir átrokandi tørvin at veita fullan stuðul til ukrainarnar á hermótinum, segði Stoltenberg í Múnchen fyrrapartin.

Formaðurin fyri trygdarráðstevnuna í Múnchen, Wolfgang Ischinger, nevndi eisini stríðið um frælsi, sum fer fram á hermótinum í Ukraina.

- Okkara ukrainsku grannar líða framvegis undir russiskum álopum. Vit kunnu gera meira fyri at leggja trýst á Russland. Vit kunnu geva Ukraina tey vápn, landið hevur tørv á. Vit kunnu seta í verk harðari revsitiltøk móti Russlandi. Og vit kunnu eisini gera meira fyri at steðga russiska "skugga'flotanum". Vit hava fleiri møguleikar at raka Russland, so landið merkir prísin fyri kríggið, segði Wolfgang Ischinger.

Í morgun segði ES-uttanríkisráðharrin, Kaja Kallas, í røðu síni, at Russland er ikki eitt stórveldi.

- Eftir meira enn eitt áratíggju, har Russland hevur verið í stríði, harav fýra ár í beinleiðis kríggi við Ukraina, hevur landið ikki megnað at víðka síni landamørk síðani 2014, segði Kaja Kallas millum annað í røðuni.

ES-uttanríkisráðharrin legði afturat, at Russland nú er farið á húsagang, landið hevur ikki møguleika at selja orku til evropeiska marknaðin, og fólkið í landinum flýggjar. 

- Í løtuni vinnur Putin bara við samráðingarborðið, ikki á hermótinum, segði Kaja Kallas í morgun.

Kaja Kallas nevndi tríggjar raðfestingar, sum ES nú fer undir:

ES skal hava eina nýggja trygdarstrategi, har verjan av Evropa byrjar í Ukraina. Støðufesti skal fáast í grannalondunum hjá ES, bæði fyri sunnan og eystan. Og altjóða samstørv - eittnú handilsavtalur og samstørv um trygd og verju - skulu styrja ES.

Kaja Kallas heldur tó ikki, at ES skal seta á stovn sína egnu, sjálvstøðu hermegi. Hon vísir á, at longu nú hava øll lond í Evropa sín egna her, og 23 av ES-londunum eru longu limir í Nato. 

Hon mælir í staðin til styrkt samstarv millum londini í Evropa, soleiðis at tey í felag kunnu fáa ein sterkari leiklut í Nato.

Trygdarráðstevnan í Múnchen byrjaði fríggjadagin. Á skránni hava verið umleið 250 ymisk tiltøk, framløgur og kjakfundir.

Úr Føroyum hava bæði Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, verið við.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115