Málið móti Reidari Nónfjall tikið til dóms

Málið móti Reidari Nónfjall tikið til dóms
Stýrið fyri Handilsskúlan hevur stevnt eftir slakari hálvari millión, sum Reidar Nónfjall fekk fyri at sita í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin
 
29.05.2015 - 13:11

Føroya rættur viðgjørdi í gjár sakarmálið millum stýrið fyri Føroya Handilsskúla og fyrrverandi stjóran á handilsskúlanum, Reidar Nónfjall.

Stýrið hevur stevnt Reidar Nónfjall eftir slakari hálvari millión, sum táverandi skúlastjórin fekk í samsýning frá í mai 2008 til apríl 2011, tá hann sat í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili.

Málið byrjaði á heysti 2011, tá Landsgrannskoðanin í frágreiðing millum annað staðfesti, at skúlastjórarnir fyri Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn ikki høvdu rætt til samsýning fyri at sita í seinnu bygginevndini, sum Landsverk stóð fyri.

Hóast bæði stýrini og skúlastjórarnir vóru ósamd í niðurstøðunum, so tók Fíggjarmálaráðið undir við frágreiðingini og heitti árið eftir á bæði skúlastýrini um at krevja samsýningarnar aftur frá báðum skúlastjórunum.

Skúlastjórin á Tekniska Skúla, Egon Øregaard, sum hevði fingið 45.000 krónur, valdi at rinda pengarnar aftur.

Vildi ikki rinda

Reidar Nónfjall noktaði at rinda aftur sína samýning, sum var 495.000 krónur.

Hann segði við útvarpið 6. februar í 2012, at grundgevingarnar fyri kravinum vóru burturvið, og at hann ikki ætlaði at rinda pengarnar aftur.

Síðani valdi stýrið fyri Handilsskúlan at stevna eftir pengunum. Málið hevur verið leingi ávegis, og í gjár var málið fyri í rættinum, og eftir rættarfundin var málið tikið upp til dóms.

Dómur fellur um fýra vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167