Grikskir miðlar í øðini

Grikskir miðlar í øðini
Grikska fótbóltslandsliðið fær av grovfílini í griksku miðlunum eftir tapið á Tórsvølli
 
14.06.2015 - 11:28

"Pínligt 2-1-tap til landsliðið, sum ikki var til staðar", skrivar grikska blaðið Proto Thema á síni heimasíðu.

"Pínliga tapið móti blá-hvítu amatørunum í Føroyum er ein svørt síða í søguni um okkara fótbóltslandslið", skrivar Zougla á síni heimasíðu.

"Altjóða skomm eftir næsta lúsingin frá Føroyum, er yvirskriftin á Newsit.gr.

"Ótespiligur sigur"

Danska Ekstrablaðið smæðist ikki burtur at nýta ógvuslig lýsingorð í sambands við fótbóltslandsdystin. 
Ekstrablaðið kallar sigurin groteskan ella lítið tespiligan.

Høgguslokkurin Paul

Norska blaðið VG ger eisini nógv burturúr føroyska sigrinum.

"At Grikkaland tapti ein fótbóltsdyst móti Føroyum vóru stórtíðindi. At grikkar eisini taptu seinna dystin hevði sjálvt høgguslokkurin Paul ikki kunna spáa um", skrivar VG, sum vísir til týska høgguslokkin í Sea Life í týska býnum Oberhausen, ið fyri nøkrum árum síðani gjørdist heimskendur fyri síni evni at spáu um úrslitini í fótbóltsdystum, sum týska landsliðið spældi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096