Nýtt uppskot gjørt um fiskavirkisskipanina

Nýtt uppskot gjørt um fiskavirkisskipanina
Full semja er í ALS-stýrinum um nýggja uppskotið, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, fær mikudagin
Eyðfinnur Jacobsen er formaður í ALS-stýrinum, sum hevur gjørt nýtt uppskot um fiskavirkisskipanina
 
15.06.2015 - 08:21

Mikudagin fær Johan Dahl, landsstýrismaður, nýtt uppskot frá ALS um kunngerð um fiskavirkisskipanina.

ALS-stýrið hevur gjørt eitt nýtt uppskot í staðin fyri uppskotið, sum Johan Dahl sendi til hoyringar fyrr í ár.

Semja var ikki í stýrinum um tað uppskotið, sum segði, at uppsjóvarvirki og kryvjivirki skuldu ikki vera við í fiskavirkisskipanini.

Mett varð, at tað uppskotið fór at spara ALS átta til tíggju mió. kr. um árið.

Full semja

Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum, sigur, at full semja er um nýggja uppskotið, sum landsstýrismaðurin fær mikudagin.

Stýrisformaðurin vil ikki siga, hvat stendur í nýggja uppskotinum, áðrenn landsstýrismaðurin hevur fingið tað.

Sparingin verður tó ikki so stór sum í fyrra uppskotinum. 

Men tað bilar ikki nú. Støðan hjá ALS er vorðin frægari enn hon var, tí arbeiðsloysið er so lítið. Nú veksur í kassanum hjá ALS aftur, sigur Eyðfinnur Jacobsen.  

20 mió. kr. um árið 

Útgjaldið úr Fiskavirkisskipanini er oman fyri 20 milliónir krónur um árið. 

Sambært ALS høvdu 17 prosent av teimum, sum í fjør fingu pengar úr fiskavirkisskipanini, meira enn 300.000 kr. í ársinntøku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974