Norski lomvigastovnurin minkar framvegis

Norski lomvigastovnurin minkar framvegis
Men í Finnmørkini er støðan hin øvugta: Her veksur talið av lomvigum í stórum.
 
24.07.2015 - 14:21

Á Hornøya uttanfyri Vardø er nógv meiri lomvigi nú. Vit síggja lomviga á plássum har vit aldrin hava sæð lomviga fyrr, sigur Tone Reiertsen fuglagranskari. 

Hon heldur, at lomvigin klárar seg betur uttanfyri Vardø, tí tað er stutt til Barentshavið har føði er at finna. 

Lomvigastovnurin hvarv næstan veturin 1986-87. Óvanligt veður í Barentshavinum gjørdi, at ongin sjógvur við æti kom upp av havbotninum og hetta hevði álvarsligar fylgjur fyri alla vistskipanina.

- Hetta lomvigabergið hevur stóran týdning, tí lomvigin í øllum Norra er minkaður við 90 prosentum síðani 60'ini, sigur Tone Reiertsen.

Granskarar hava tvær frágreiðingar.

- Tann eina er, at Hornøya liggur so nær við Barentshavið, har føði er at fáa. Harafturat er nógv toskayngul tætt við lomvigabergið. Toskayngulið fer frá gýtingarplássunum fram við norsku strondini og endar í Barentshavinum. Yngulið dregur eisini at sær onnur fiskasløg so sum lodnu og sild, sum pisurnar liva av, sigur Tone Reiertsen.

Men hóst framgongdina á Hornøya so er myndin framvegis, at sjófuglurin minkar, men hví hann ger tað, er framvegis ikki heilt greitt, og nógvar kanningar vera gjørdar fyri at finna sambandið millum føði og fuglastovn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558