Læknar rópa varskó um kynssjúku

Læknar rópa varskó um kynssjúku
Læknar í Nuuk stúra fyri at ein nýggj syfilis farsótt kann fara at herja í Grønlandi, nú talið á fráboðanum støðugt veksur
Læknar í Grønlandi stúra fyri, at ein nýggj syfilis farsótt kann fara at ganga í Grønlandi. Læknarnir rópa tískil nú varskó, skrivar grønlendskt blað á netinum
 
24.08.2015 - 10:39

 Í nógv ár hava so at siga eingir tilburðir verið staðfestir av kynssjúkuni syfilis. Men nú er álvarsliga kynssjúkan aftur um at gerast trupulleiki í Grønlandi, skrivar blaðið, Sermitsiaq.

Tríggir læknar á sjúkrahúsinum í Nuuk rópa nú varskó, eftir at talið av fráboðanum um syfilis er vaksið. Teir stúra fyri, at nýggj syfilis farsótt kann fara at herja í Grønlandi.

Samstundis mæla tey til, at myndugleikar og heilsstarvsfólk seta í verk fyribyrgjandi tiltøk og royna at fáa samband við tey, sum eru smittað og tey, sum tey hava verið saman við.

Teir tríggir læknarnir hava júst almannakunngjørt frágreiðing um evnið í enska læknatíðarritinum, International Journal of Circumpolar Healt, sum partvís arbeiðir við heilsuviðurskiftum í Arktis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375