Fyriskipari: 9 treylarar við útgerð til landið til Summarfestivalin

Fyriskipari: 9 treylarar við útgerð til landið til Summarfestivalin
"Høvuðsnøvnini vilja gjarna bjóða føroyingum somu framleiðslu, ið danir hava fingið í summar. Tí kemur meira útgerð til landið enn nakrantíð áður," sigur Erik Biskupstø
Mynd: Summarfestivalurin á Facebook  
 
03.08.2026 - 22:58

Summarfestivalurin er við at taka skap, nú tað stundar til stóra árliga tónleikatiltakið í Klaksvík, ið byrjar hósdagin. 

Stóra tjaldið er uppkomið, og alt tað praktiska er við at koma upp á pláss, segði Erik Biskupstø, fyriskipari, longu fríggjadagin í sendingini Summarmorgun. 

Nakað, ið verður øðrvísi í ár, er, at nógv meira útgerð verður flutt til landið í sambandi við festivalin. 

"Vit plaga at flyta tríggjar treylarar við útgerð til landið í sambandi við stóra pallin á Vágsbøi, og tað er so karmurin um framførslurnar har," greiddi Erik Biskupstø frá. 

Myndir: Summarfestivalurin á Facebook

 

Níggju treylarar til landið

Men vanligi útbúnaðurin til Summarfestivalin strekkir ikki til í ár. 

"Donsku høvuðsnøvnini, Andreas Odbjerg og Rasmus Seebach, vilja gjarna bjóða føroyingum somu konsertframleiðslu, sum teir hava ferðast runt í Danmark við í summar, og tískil kemur nógv meira útgerð til landið í sambandi við Summarfestivalin enn nakrantíð áður," segði Erik Biskupstø, fyriskipari. 

"Rasmus Seebach kemur við trimum treylarum, og Andreas Odbjerg kemur við trimum, so tað koma níggja treylarar við útgerð til landið í sambandi við Summarfestivalin. 

 

Pallurin á Torginum fluttur

Nakað annað, ið verður øðrvísi í ár, er, at minsti pallurin, sum liggur á Torginum, verður fluttur eitt sindur, so hann nú fer at standa millum Betri Banka og ítróttarhandilin InterSport.

"Hann hevur staðið eitt sindur trongt, og har hevur verið ein standmynd, ið hevur givið nakrar blindvinklar," segði Erik Biskupstø. 

Annars er áhugin sera stórur fyri Summarfestivalinum, sum fer at líkjast sær sjálvum. 

Hoyr samrøðuna, ið Eyðfinn Jensen gjørdi við Erik Biskupstø í Summarmorgni fríggjadagin:

 

1825403

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386