Danskar gentur kannast fyri HPV-hjáárin

Danskar gentur kannast fyri HPV-hjáárin
1100 danskar gentur skulu nú kannast fyri HPV-hjáárin. Tær stríðast millum annað við sterka høvuðpínu hvønn dag, vísti ein kanning í apríl
Danskar gentur skulu nú kannast fyri HPV hjáárin. Í Føroyum og í Danmark verður fyrsta koppsetingin fyri krabbamein í lívmóðurhálsi givin tá gentan er 12 ár
 
31.08.2015 - 10:02

HPV-koppseting er fyri krabbamein í lívmóðurhálsi, men sjúkueyðkenni millum ungar gentur, so sum svimbul og svímilsi, hava við sær, at nógv fleiri gentur enn væntað fara lækna eftir at hava fingið koppsetingina.

Læknarnir vísa gentunum víðari til HPV-miðstøðir. Miðstøðirnar hava langar bíðilistar, og higartil hava tey havt fleiri enn 1100 gentur á vitjan, sum hava sjúkueyðkenni. skrivar Metroexpress á netinum.

Í juni mánaði setti hjá-árins-nevndin hjá evropeiska heiligvágs agenturinum eina kanning í verk av HPV-koppsetingini. Tað varð gjørt eftir tilmæli frá danska heilsustýrinum.

Meta at fyrimunirnir eru størri enn vansarnir

Danski heilsumálaráðharrin, Sofie Løhde, segði tá, at tað var best at kanna hjáárinini. Hon legði tó í sama viðfangi dent á, at koppsetingin í høvuðsheitum riggar.

SÍ EISINI Nýggj kanning varpar ljós á HPV hjáárin

Bæði nevndin fyri hjáárin og danska heilsustýrið meta, at fyrimunirnir við vaksinuni móti krabbameina í lívmóðurhálsi eru størri enn vansarnir, og mælt verður tí framvegis til, at gentur verða koppsettar.

Í Føroyum og í Danmark verður fyrsta koppsetingin fyri krabbamein í lívmóðurhálsi givin tá gentan er 12 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Fríggjadag 6. juni
Vikuskiftið 6. juni 2025
192931
Fríggjadag 6. juni
Poppverturin
192912
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833