Tryggingin tekur við

Tryggingin tekur við
Útreiðslurnar, ið standast av at arbeiðið við Marknagilsdeplinum er seinkað, koma undir tryggingina. Tryggingin hevur tó ymisk fyrivarni
Marknagilsdepilin er seinkaður, tí ein ráðgevi roknaði skeivt. Tryggingin tekur við teimum útreiðslum, ið standast av at arbeiðið er seinkað. Tryggingin hevur tó ymisk fyrivarni
 
09.09.2015 - 12:47

Tryggingin, sum er teknað fyri verkætlanina Marknagilsdepilin, hevur boðað frá, at útreiðslurnar, sum standast av, at arbeiðið er seinkað nakrar mánaðir, koma undir tryggingina. Men tryggingin hevur, sum tryggingar plaga at hava, ymisk fyrivarni.

Í desember í fjør varð staðfest, at ein ráðgevi hjá heildarráðgevanum, BIG, Bjarke Ingels Group, hevði roknað skeivt viðvíkjandi trappurúmum úr betongi.

Roknivillan hjá ráðgevanum Lemming og Eriksson varð staðfest í desember. Arbeiðið at stoypa betongtrappurúmini lá stilt til í mars. Enn er ikki greitt, hvussu nógv roknivillan fer at kosta samanumtikið.

Tryggingin hevur síni fyrivarni

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sigur, at Landsverk hevur fingið at vita, at tryggingin hjá verkætlanini tekur við, men tryggingin hevur síni fyrivarni.

Ein annar møguleiki er at fara eftir virkistryggingunum hjá BIG og undirveitaranum hjá BIG, Lemming og Eriksson.

Marknagilsdepilin skuldi vera liðugur, tá skúlaárið 2016 byrjar 1. august. Nú sigur tíðarætlanin, at hann verður liðugur 24. november næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334