Samdir um málsøkini

bannari
Samdir um málsøkini
Flokkarnir, ið samráðast, um nýggja samgongu, eru samdir um býti av málsøkjum
 
13.09.2015 - 10:21

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn eru liðug við samgonguskjalið og málsøkjabýtið, tað váttar Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og samráðingarleiðari.

"Vit eru komin ásamt um málsøkjabýtið og samgoguskjalið, og flokkarnir hittast aftur í morgin," sigur Aksel V. Johannesen.

Hann vil tó ikki siga nakað ítøkiligt um hvør flokkur fær hvørji málsøki. Greitt er tó, at Aksel V. Johannesen verður løgmaður.

Men sambært Norðlýsinum so fær Tjóðveldi fiskivinnumál og fíggjarmál, meðan Framsókn fær vinnumál.

Nývalda løgtingið kemur saman fyrstu ferð týsdagin. Á fundinum týsdagin skulu valbrøvini og valúrslitið góðkennast, síðan skal løgtingsformaður veljast, og eisini skulu tríggir næstformenn tilnevnast at vera í formansskapinum saman við løgtingsformanninum.

Væntandi verður tíðindafundur í morgin, har samgonguskjalið verður skrivað undir, og almannakunngjørt verður, hvørji eru nýggj landsstýrisfólk.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672