Mæla øllum til at kanna seg sum skjótast

Mæla øllum til at kanna seg sum skjótast
CTD-foreldrabólkurin mælir í almennari fráboðan nú staðiliga øllum føroyingum, ið enn ikki hava latið seg kanna fyri genetisku sjúkuna CTD
CTD-foreldrabólkurin mælir nú øllum, ið ikki eru kannað fyri sjúkuna, til at lata seg kanna sum skjótast
 
28.09.2015 - 09:58

- Tað er lívshættisligt at liva við óviðgjørdari CTD-sjúku, sigur CTD-foreldrabólkurin í almennu fráboðanini.

Foreldrabólkurin var savnaður á Oyrabakka um vikuskiftið, har Ulrike Steuerwald lækni greiddi frá um sjúkuna CTD og viðgerð fyri sjúkuna.

Sambært Ulrike Steuerwald benda hagtøl á, at tað enn eru fleiri føroyingar, ið ganga við óviðgjørdari CTD-sjúku, tí tey ikki hava latið seg kannað.

Til ber at lata seg kanna á laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum uttan fyrst at fara til kommunulækna. Kanningin kostar 100 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514