Málið um neyðtøkuroynd næstan loyst

Málið um neyðtøkuroynd næstan loyst
Løgreglan hevur góða slóð at elta, og hevur ikki langt á mál, fyrr enn greiða er fingin á neyðtøkuroyndini, sum var í Havn mikukvøldið
Løgreglan hevur so mikið góðar slóðir at elta í neyðtøkuroyndini, sum fór fram mikukvøldið, at gerningsmaðurin átti sjálvur at boðað løgregluni frá, sigur løgreglan
 
05.10.2015 - 18:07

Hendingin fór fram aftanfyri Sjónleikarhúsið í Havn mikukvøldið millum klokkan 23 og hálvgum eitt um náttina, tá ein kvinna síðst í 20-unum varð álopin aftanífrá og koyrd um koll.

Fríggjadagin heitti løgreglan á fólk, um at siga frá, um tey høvdu sæð eitthvørt. Fleiri fólk hava síðani vent sær til løgregluna, sum hevur fleiri spor at miða seg eftir.

Málið næstan uppklárað

Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini sigur, at løgreglan hevur kannað málið á fleiri økjum, millum annað við at kanna upptøkutól í býnum og við at spyrja seg fyri har ungfólk savnast.

Eisini eru DNA-royndir sendar til kanningar. Hon sigur, at sporini eru somikið góð, at nú er ikki langt á mál, hóast okkurt restar í. Onkur er undir illgruna, og verður helst tikin fyrsta dagin.

Sporini eru somikið góð, at viðkomandi átti sjálvur at boðað løgregluni frá. Tað hevði gjørt alt málið lættari, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979