Bústaðarpolitikkurin liggur hjá trimum landsstýrisfólkum

Bústaðarpolitikkurin liggur hjá trimum landsstýrisfólkum
Trotið av bústøðum er ein av teimum stóru trupulleikunum í føroyska samfelagnum í dag. Men tað nýtist ikki vera ein trupulleiki, at málsøkið er býtt millum trý landsstýrisfólk
 
24.01.2026 - 14:27

1. januar fingu kommunur heimild til at leggja tænstugjald á tóm býli. Tað málsøkið liggur hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

13. januar varð lógaruppskot um stuttíðarleiðu send til hoyringar. Tað liggur hjá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis og vinnumálum.

Tveir dagar seinri varð lógaruppskot um leigustuðul sent til hoyringar, og tað liggur hjá Margit Stórá, sum hevur almanna- og heilsumál.

Vit siga ofta, at bústaðartrot er ein av teimum stóru avbjóðingunum í føroyska samfelagnum í dag.

Nýtist ikki vera nakar trupulleiki
Fyrr í vikuni tosaði Kringvarpið við Eirik í Jákupsstovu um stutttíðarleiðu, og tá spurdu vit hann, hvussu heppið tað er, at bústaðarpolitikkurin liggur hjá fleiri landsstýrisfólkum.

Sjálvandi kunnu tað vera avbjóðingar, tá ymis mál liggja ymsastaðni. Tá Tilfeingis- og Vinnumálaráðið ger eitt lógaruppskot um stutttíðarleigu, so er neyðugt at hyggja eftir, hvussu tað hongur saman við aðrari lóggávu, sigur Eiriku í Jákupsstovu.

Hann leggur afturat, at tað ger eisini tað, at hvørt stjórnarráð tekur sær av teimum málsøkjum, sum fólkini har eru serfrøðingar í. Tað, sum er vinna, liggur hjá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, tað sum er gjøld er hjá Fíggjarmálaráðnum, og bústaðarpolitikkur meiri yvirskipað er hjá Almanna- og heilsumálaráðnum.

Hoyr samrøðu við Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann í Tilfeingis- og vinnumálum, niðanfyri.

1790382

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744