Fyrsta viðgerð av longda barnsburðarfarloyvinum

Fyrsta viðgerð av longda barnsburðarfarloyvinum
Løgtingið fer í dag at hava fyrstu viðgerð av uppskotinum um at leingja barnsburðarfarloyvið seks vikur
Samgongan ætlar at leingja barnsburðarfarloyvið úr 38 upp í 44 vikur. Løgtingið hevur í dag fyrstu viðgerð av uppskotinum
 
19.11.2015 - 08:28

Sambært uppskotinum er ætlanin at leingja barnsburðarfarloyvið úr 38 vikum upp í 44 vikur. Hjá ættleiðingarforeldrum verður farloyvi longt úr 46 upp í 52 vikur.

Skipanin verður eisini broytt soleiðis, at tær báðar vikurnar, pápin kann lata mammuni í framtíðini, verða markaðar pápanum. Tað vil siga, at pápin kann ikki lata mammuni tvær vikur av sínum farloyvi.

Hjá mammuni hevur tað tó ongan týdning, stendur í viðmerkingum til uppskotið, tí tíðarskeiðið, foreldrini kunnu býta sínámillum, verður longt seks vikur, úr 20 vikum upp í 26 vikur.

Tað verður mett at kosta 13,7 milliónir krónur meira at leingja barnsburðarfarloyvið. Av tí sama hækkar inngjaldið til skipanina eisini. Tað hækkar úr 0,62 prosentum upp í 0,71 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
211366
Mikudag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
211364