Fólkafloksleiðslan á fund

Fólkafloksleiðslan á fund
Klokkan 11 í dag hittist floksleiðslan í Fólkaflokkinum, har eitt nú støðan hjá formanni floksins verður umrødd
 
21.11.2015 - 10:21

Klokkan 11 í dag hittist floksleiðslan í Fólkaflokkinum á Gamla Apoteki, har m.a. støðan hjá formanninum verður umrødd.

Jørgen Niclasen er viknaður sum formaður eftir valósigurin, tá flokkurin eisini misti einasta atkvøðuslúk í Miðstaðarøkinum, Anniku Olsen. Og ósigurin hjá honum í landsrættinum í vikuni er steinur oman á byrðu í so máta.

Floksleiðslan er í løtuni sett saman av tingbólkinum og formonnunum fyri limafeløgini. Harumframt hevur hvørt limafelag eitt umboðsfólk aftrat í floksleiðsluni.

Hóast partar av floksleiðsluni siga við útvarpið, at tey fegin høvdu sæð eitt formansskifti, so hevur floksleiðslan ikki vald at gera av hvør situr í formanssessinum ella at skjóta mótvalevni upp. Tað er ein avgerð, sum eina og aleina verður tikin av tingmanningini, sum í løtuni telur fimm fólk: Jørgen Niclasen, formann, Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen.

Tingmanningin stendur saman um Jørgen Niclasen, segði Jacob Vestergaard í gjár, og tá kravið í floksreglunum hartil er, at formaðurin skal vera úr tingmanningini, so er semja um, at Jørgen Niclasen heldur fram sum formaður í Fólkaflokkinum.

Seinnapartin klokkan 13.30 verður landsfundur, har Jørgen Niclasen, formaður fer at leggja ársfrágreiðingina hjá flokkinum fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809