28.300 føroyingar fáa nú skattalætta

28.300 føroyingar fáa nú skattalætta
Størsta skattalættan fáa tey, ið tjena millum 19.600 og 27.500 kr. um mánaðin. Inntøkur oman fyri 500.000 kr. um árið fáa ongan lætta í hesum umfari
Sambært nýggja uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum fáa meira enn 28.300 føroyingar skattalætta í 2016. Knappliga 6.200 skattgjaldarar fáa meira enn 700 kr. um mánaðin í skattalætta og 12.700 fáa meira enn 500 kr. um mánaðin í skattalætta
 
01.12.2015 - 07:59

Sambært nýggja uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum fáa meira enn 28.300 føroyingar skattalætta í 2016. Knappliga 6.200 skattgjaldarar fáa meira enn 700 kr. um mánaðin í skattalætta og 12.700 fáa meira enn 500 kr. um mánaðin í skattalætta.

Størsta skattalættan fáa tey, sum tjena millum 19.600 og 27.500 kr. um mánaðin. Inntøkur oman fyri 500.000 kr. um árið fáa ongan lætta í hesum umfarinum.

Í uppskotinum, sum samgongan góðtók í gjár, er nýggjur skattastigi fyri landsskattin. Fyrstu 65.000 krónurnar fara enn sum fyrr at sleppa undan landsskattinum.

Tvey nýggj stig koma í skattastigan

Síðani skulu 15 prosent, og ikki 20 sum nú, rindast í landsskatti av tí, sum er oman fyri botnfrádráttin, - sum eru tær 65.000 kr. Tvey nýggj stig koma inn í landsskattastigan og eitt fer út.

Fyri inntøku millum 235.000 kr. og 330.000 kr. verða kravd 20 prosent, fyri inntøku millum 330.000 kr. og 800.000 kr. 25 prosent og 30 prosent av tí, sum er oman fyri 800.000 kr.

Skattastigin fyri kommunuskattin verður óbroyttur. Fíggjarmálaráðið væntar, at skattalættin fer at kosta landskassanum 137 mió. kr., - næstan eitt prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni.

Á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum, fmr.fo, sæst, hvussu stóran skattalætta, hvør einstøk inntøka fær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585