Oljuprísurin hækkar neyvan í bræði

Oljuprísurin hækkar neyvan í bræði
OPEC londini funnu ikki semju um at minka søluna av olju á fundinum í gjár.
 
05.12.2015 - 16:34

OPEC londini funnu ikki semju um at lækka oljusøluna í gjár, og tí verður roknað við, at oljuprísurin neyvan hækkar í bræði.

 

Undan fundinum í gjár, ljóðaði, at londini ætlaðu at skerja søluna av olju við einari millión tunnum um dagin. Men eftir fundin varð kunngjørt, at sølan verður tann sama, 30 milliónir tunnur um dagin.

 

Upplýst var samstundis, at OPEC londini samdust um at tey ikki skulu selja meir enn 31,5 milliónir tunnur um dagin, og tað er 1,5 milliónir tunnur meir enn nú.

 

12 oljulond eru limir í OPEC, og tey selja umleið ein triðing av heimsins olju.

 

Tað var stóru spenningur undan fundinum í gjár, og fyrrapartin hevði oljuprísurin lyndi til at kvinka uppeftir.

 

Men eftir fundin lækkaði prísurin aftur niðurum 43 dollarar fyri tunnuna av olju úr Norðsjónum.

 

Iran hevur sett ynski fram um at sleppa at selja meir olju, eftir at tiltøkini ímóti landinum eru sett úr gildi. Tað var helst ein av orsøkunum til, at OPEC ikki kundi semjast um at minka oljusøluna.

 

Á tíðindafundi eftir fundin í OPEC, varð boðað frá, at eingin avgerð verður tikin um oljusøluna, fyrr enn á næsta fundinum í OPEC, sum verður í juni.

 

Tí halda serfrøðingar lítil sannlíkindi vera fyri at oljuprísurin hækkar stórvegis í bræði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375