Ráðgevarafelagið vísir aftur ákærum

Ráðgevarafelagið vísir aftur ákærum
Hvørki Landsverk ella limirnir í Ráðgevarafelagnum vilja taka á seg ábyrgdina av almennari bygging, sum fer av lagi
Ráðgevarafelagið góðtekur ikki, at øll ráðgevaravinnan fær ábyrgdina. Felagsnevnarin fyri miseydnaðar verkætlanir tykist heldur at vera Landsverk, sigur felagið
 
08.12.2015 - 11:17

Ráðgevarafelagið góðtekur ikki, at øll ráðgevaravinnan fær ábyrgdina. Felagsnevnarin fyri miseydnaðar verkætlanir tykist heldur at vera Landsverk, sigur felagið sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

- Ein stórur trupulleiki er hátturin, sum Landsverk sjálvt handfer verkætlanirnar. Umsitingin er fløkt, og Ráðgevarafelagið hevur í nógv ár ávarað Landsverk og víst á vandarnar við fløktu umsitingini, sigur Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarafelagnum.

Halda at tíðarætlanir eru veruleikafjarar

Ein onnur orsøk til miseydnaðar verkætlanir er, sigur Ráðgevarafelagið, at almenni byggiharrin ofta ætlar meira enn fíggjarkarmurin klárar. Harafturat eru tíðarætlanir veruleikafjarar.

Neyðugt er ikki at hyggja longri enn út í Marknagil. Byggiharri har er Landsverk, sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum. Selmar Nielsen spyr, um Landsverk er rætti stovnurin at umsita tílíkar verkætlanir.

Hann leggur afturat, at fíggjarligi parturin til projektering í almennum verkætlanum minkar, og parturin til umsiting hjá Landsverki veksur.

- Øll mugu taka sína ábyrgd

Landsverk svarar, at Landsverk er professionellur keypari í byggivinnuni, og ráðgevararnir selja vøruna, sum er at gera verkætlan og kostnaðarætlan. Tað er her, at trupulleikar ofta stinga seg upp.

Um Marknagilsdepilin sigur Landsverk, at Ráðgevarafelagið gloymir, at fíggjarkarmurin lá púra fastur. Tað vóru tí ráðgevararnir sjálvir, sum gjørdu av, hvat kundi fáast fyri pengarnar.

Landsverk tekur fulla ábyrgd av sínum luti í teimum verkætlanum, stovnurin varðar av, bæði tá gongur við og ímóti. Men fleiri partar eru í einari verkætlan, og øll mugu taka ábyrgdina av sínum øki.

Vísa til kanning frá apríl

Fíggjarligi karmarurin eigur sjálvandi at síggjast aftur í teimum verkætlanum, sum ráðgevararnir lata úr hondum. At teir ofta ikki gera tað, er ein av høvuðsorsøkunum til, at játtanirnar eru torførar at halda.

So nevnir Landsverk eina kanning frá apríl í ár. Sambært henni er luturin hjá Landsverki sum byggiharri ikki so dýrkandi sum sagt varð.

Tvørturímóti varð beinleiðis mælt til at víðka lutin hjá Landsverki sum byggiharri. Vinnuhúsið átti eitt av fýra fólkum í bólkinum, sum gjørdi kanningina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980