Vil hava hægri inngjald til Heilsutrygd

Vil hava hægri inngjald til Heilsutrygd
Løgtingið fer í dag at viðgera eitt uppskot, sum skal tálma útreiðslurnar og hækka inngjaldið til Heilsutrygd. Landsstýriskvinnan ynskir hægri gjald
Landsstýriskvinnan í heilsumálum skjýtur upp at seta ætlaðu lækkingina úr gildi, men í staðin at hækka gjaldið upp í 175 krónur 1. januar
 
14.12.2015 - 09:49

Løgtingið samtykti í vár at hækka fasta gjaldið til Heilsutrygd 10 krónur, upp í 170 krónur, men síðani at lækka gjaldið niður í 165 krónur 1. januar.

Nú skjýtur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, upp seta ætlaðu lækkingina úr gildi, men í staðin at hækka gjaldið upp í 175 krónur 1. januar.

Tað verður mett at geva Heilsutrygd 4,3 milliónir kr. í meirinntøku. Inntøkugrundaða gjaldið verður framvegis 0,6 prosent.

Tilskotsskipanin verður broytt

Haraftrat verður tilskotsskipanin broytt, soleiðis at borgarar, sum hava tørv á øðrum enn heilivági, sum ikki fær tilskot - t.d. kostískoyti og vørur, sum apotekini selja í vanligari sølu - skulu nú søkja Tilskotsnevnina um fíggjarligt ískoyti.

Sum er verða ískoyti til slíkar vørur veitt eftir ávísing frá lækna. Nú verður torførari at fáa tilskot til vørur, ið ikki beinleiðis verða nýttar til viðgerð, tí útreiðslurnar eru vaksnar munandi, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.

Broytingin hevur við sær, at útreiðslurnar til heilsutrygdarveitingar lækka umleið 1,4 milliónir kr. Bæði Tilskotsnevndin og Heilsutrygd hava mælt til at gera hesar broytingarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375